Dagført 09. september 2020 kl. 21:41
Skráin kemur seinni.
Grundleggjandi verður ikki dømt í U8 hondbólti. Børnini skulu læra at flyta seg frítt og so nógv sum gjørligt. Á henda hátt fáa tey fatan av bæði rúmi og spæli. Við øðrum orðum verður ikki “dømt” fyri t.d. fet, yvirtraðk og dribl. Men um ein leikari t.d. áhaldandi rennur allan vegin fram og leggur bóltin í málið, so er tað uppgávan hjá venjaranum at taka hana/hann til síðis og greiða henni/honum frá um fet og yvirtraðk. Tí hóast alt er ætlanin við U8 hondbóltinum, at børnini læra hondbóltsspælið.
Leikararnir eru jú nýbyrjarar – tað er her at størsta rekrutteringin til hondbólti fer fram. Av tí at broytingar koma fyri gjøgnum árið, verður meldað til av nýggjum til hvørja kapping. Seinasta freist at melda til kapping er hósdag í vikuni áðrenn kappingina, altso 9 dagar frammanundan at kappingin er. Til ber at síggja hetta í HSF kalendaranum.
Um kappingina er at siga, at spælt verður í bólkum og bólkarnir verða býttir upp eftir aldri og eisini eftir førleika. Grundleggjandi er elsti bólkur fyri eru tey, sum eru 8 ár og ganga í 2.fl, miðbólkurin fyri tey, sum eru 7 ár og ganga í 1. flokki og yngsti bólkurin fyri tey, sum eru 6 ár og ikki farin í skúla enn. Venjararnir gera so tillagingar í mun til førleikar. Nevnast skal, at í summum førum er tað neyðugt at flyta lið upp – ella niður – í bólk fyri at fáa býtið at ganga upp. Bólkarnir mugu ikki hava minni enn 6 lið og ikki meira enn 8 lið.
Kappingin er soleiðis sett saman, at hvørt lið fær í minsta lagi 3 dystir.
Dentur verður lagdur á tað, sum tú “kanst/sleppur” heldur enn tað, “tú ikki kanst/ikki sleppur”, t.d. :
- Tú kanst kasta bóltin í málið
- tú kanst spæla bóltin til hini
- tú kanst nema við hini
- tú kanst vera allastaðni á vøllinum og
- málverjin kann fara í álop saman við hinum
Fyri at tryggja at bóltar altíð eru tøkir skal hvørt lið hava í minsta lagi ein bólt við.
Heitt verður á vertsfelagðið at skipar fyri, at myndir verða tiknar gjøgnum dagin og at senda tær til hsf@hsf.fo.
Hetta skal so endurtakast hvørja ferð ein nýggjur bólkur byrjar.
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |