Í 1971 var ongin asfalteraður vegur í Hoyvík. Bert ein smalur grúsvegur, ið snúði sær krókutur niðan á Hvítanes.
Vaksin og børn gingu hvønn dag við mjólkaspannum eftir nýggjari mjólk. Antin frá Poul og Ebbu, ella frá Axeli og Karolinu Simonsen uttan fyri Garðar.
Niðri í Hoydølum lá Studentaskúlin, sum eisini hevði realskúla tá. Og har lógu Dreingjakostdeildin og Gentukostdeildin, har næmingar av bygd búðu og fingu kost.
Tá búðu bert eini 70 fólk í Hoyvík og uml. 20 børn. Nøkur fá børn vóru eisini á Hvítanesi. Skúlabørnini rúmaðust øll í einari skúlastovu. Tey gingu partvís í skúlanum á Hvítanesi og partvís í Gamla Skúla í Hoyvík (húsini beint hinumegin vegin fyri endan á Mannbrekku).
Men hóast fá fólk varð ítróttarfelagið H 71 stovnað tá. Stigtakararnir vóru unglingar og smádreingir í Hoyvík, sum sparkaðu bólt niðri á fløtuni í Hoydølum, og sum av og á vórðu bjóðaðir av til dyst ímóti dreingjum av Boðanesi og úr øðrum býlingum í Havn.
Kortini gjørdist fótbóltur ongantíð nøkur skipað ítróttagrein í felagnum. Talið á børnum og ungum var rætt og slætt ov lítið í Hoyvík til at manna fótbóltslið í ymsu aldursbólkunum. Og ongin hevði tá ímyndað sær, hvussu skjótt bygdin og fólkatalið fór at vaksa í seinnu helvt av sjeyti-árunum.
Ístaðin varð farið undir at venja borðtennis og hondbólt, og felagið meldaði til landskappingar í hesum ítróttargreinum, sum kravdu minni tal av íðkarum. Borðtennis kundi venjast í kjallarum og í Gamla Skúla. Meðan fyrstu hondbóltsvenjingarnar fóru fram úti – í onkrum túni og nakrar hendinga tímar í fimleikarhøllini á Studentaskúlanum.
Felagið gjørdi beinanvegin vart við seg í borðtennis, og frá miðjuni av sjeytiárunum og fram í byrjanina av áttatiárunum vunnu bæði gentur og dreingir nógv føroyameistaraheiti til H 71, meðan meira striltið gekk við úrslitunum í hondbóltinum.
Tær stóru útstykkingarnar í Hoyvíkshaganum frá uml. 1974 broyttu bygdina og umstøðurnar fullkomiliga, og fólkatalið – og ikki minst barnatalið – tók veruliga at vaksa.
Skjótt vóru Gamli Skúli og Skúlin á Hvítanesi alt ov lítlir at hýsa tí vaksandi talinum av skúlabørnum og farið varð niðan í hagan at byggja skúla.
Nýggi Skúli í Hoyvík stóð liðugur í 1977. Tá vóru á leið 80 skúlabørn frá 1.- 7. flokk. H 71 fór beinanvegin at brúka miðhøllina í skúlanum til borðtennisvenjing og borðtenniskappingar.
Í 1978 varð so eisini nýggja fimleikarhøllin hjá Hoyvíkar skúla liðug, og hon gjørdist karmurin um alt virksemið hjá H 71, heilt fram til aldarskiftið.
Í fimleikarhøllini vandu øll hondbóltsliðini. Eina tíð varð eisini flogbóltur leiktur, og H 71 tók lut í ymsum flogbóltskappingum. Og ikki minst gjørdist badminton ein nýggj ítróttargrein hjá felagnum, har serliga gentur og kvinnur gjørdu seg galdandi, og vunnu fleiri føroyameistaraheiti.
Men við skjótt vaksandi fólkatalinum og knøppu hølisumstøðunum, gjørdist hondbólturin stóra ítróttagreinin hjá H 71. Í fimleikarhøllini kundu nógv børn venja hondbólt ísenn í mun til einstaklingaítróttin, og eftirhondini hevði felagið bæði gentu- og dreingjalið í flestu aldursbólkum.
Tey fyrstu føroyameistaraheitini í hondbólti vórðu vunnin í 1983, tá bæði Dreingir 12 ár og Dreingir 16 ár vunnu, hóast teir ongantíð høvdu vant í eini ítróttarhøll.
Felagið hevði eisini lið í manshondbólti, og í 1985 eydnaðist púra óvæntað mansliðnum at flyta upp í bestu deildina, tá teir vunnu uppflytingardystir móti Stjørnuni úr Klaksvík, sum var endað niðast í bestu deildini. Árið eftir fór H 71 niður aftur í næstbestu deildina, men rykti so upp aftur í 1987.
Framvegis hevði hondbólturin í Hoyvík bert fimleikarhøllina at venja í, men í 1987 eydnaðist at fáa nakrar fáar fastar venjingartímar í høllini á Hálsi til 1. manslið.
Og nú var satsað størri í Hoyvík. Sum eitt av fyrstu feløgunum í Føroyum, gjørdi H 71 sáttmála við spælandi venjara úr Danmark: stórskjúttan Henrik Gerster. Og í kappingarárinum 1987/88 var H 71 í toppinum av føroyskum manshondbólti og hevði møguleika at gerast Føroyameistari, heilt til seinastu leikumførini. Endin gjørdist, at H 71 vann bronsu hetta kappingarárið.
Hetta skapti enn størri áhuga fyri hondbólti í Hoyvík, og felagið hevði nú lið í øllum ungdómsdeildum hjá bæði gentum og dreingjum. Í 1988 varð settur ungdómsvenjari burturav til at menna ungdómsarbeiðið. Venjingarumstøðurnar vóru kortini alt ov trongar, og bygginevnd varð sett at fyrireika ítróttarhøll í Hoyvík.
Kreppuárini í 90’unum raktu tó eisini H 71 meint. Felagið fekk fíggjarligar trupulleikar, ungdómsarbeiðið og serliga gentuhondbólturin datt niðurfyri. Mansliðið flutti niður í 2. deild og eitt skifti í byrjanini av nítiárunum var upp á tal at niðurleggja felagið. Og allar ætlanir um ítróttarhøll duttu niðurfyri.
Men góðar kreftir tóku seg saman og fingu felagið aftur á beint, og í 1995 vann mansliðið sær aftur sæti í 1. deild.
Eftir hetta hendu stórar broytingar í H 71. Eitt stuðulsfelag varð sett á stovn, og farið varð aftur undir ætlanirnar um ítróttarhøll.
Í 1997 vann felagið fyrstu ferð silvurmerkini í bestu deildini. Og í 1998 kom fyrsta stóra steypið til høldar, tá H 71 vann steypakappingina hjá monnum í finaludysti ímóti Kyndli.
Stuðulsfelagið hjá H 71 fekk serliga bøtt um støðuna við ungdómsvenjarum og styrkti felagið fíggjarliga við alskyns tiltøkum. Tað var somuleiðis stuðulsfelagið, ið fekk savnað pening inn at byggja fyrsta kappróðrarbátin hjá hoyvíkingum: 10-mannafarið Hoyvíking.
Og í 2002 kom so loksins ítróttarhøllin í Hoyvík, sum síðani hevur verið karmur um alt virksemi felagsins.
Síðani hevur bara gingið ein veg fyri H 71: frameftir.
Frá at hava verið eitt felag, har leikararnir mannaðu nevndina, leiktu sjálvir, dømdu og vandu yngru liðini, hevur eitt sterkt bakland bygt seg upp – og hetta hevur fingið skil á øllum viðurskiftum.
Í 2009 gav menningin í felagnum tað úrslit, at hoyvíkingar gjørdust Føroyameistarar í manshondbólti, eftir at hava vunnið báðar finaludystirnar ímóti VÍF. Gomlu kyndlakempurnar og teir seinnu landsliðsvenjararnir, Kári Nielsen og Birgir Hansen, vandu liðið.
Meistaraheitið varð vunnið í Hoyvíkshøllini, har seinna finalan stóð, og hetta stóð sum ímynd av tí kollvelting, ið var farin fram við hondbólti og umstøðunum hjá H 71 í Hoyvík.
Í 2012 eydnaðist aftur besta mansliðnum at vinna Føroyameistaraheitið, eftir tríggjar burturúr spennandi finaludystir ímóti kollfirðingum. Fyrsta finalan í Kollafirði endaði 21-20 til H 71, har Dánjal Tórgarð leyp inn av baklinjuni i seinasta sekundinum og snúraði bóltin í netið. Annar finaludysturin í Hoyvík endaði 22-21 til KÍF. Og triðja og endaliga finalan endaði aftur við, at H 71 vann 21-20 í Kollafirði.
Sama ár vann næstbesta liðið hjá monnum seg í steypafinaluna. Í 2012 var H 71 í steypafinaluni í øllum deildum hjá dreingjum og monnum.
Síðani ár 2000 – og ikki minst eftir at Hoyvíkshøllin kom – hava dreingjaliðini hjá H 71 vunnið eina røð av meistaraheitum, umframt at vinna steypakappingarnar.
Kvinnu- og gentuhondbólturin hevur frá byrjan havt verri umstøður í H 71. Men síðani Hoyvíkshøllin varð tikin í nýtslu, hevur gingið stútt framá.
Í 2011 vunnu gentur 10 ár tað fyrsta Føroyameistaraheitið til H 71 á kvinnusíðuni. Og sama ár vunnu tær enntá greipuna við at sigra í steypakappingini.
Og alt bendir á, at kvinnuhondbólturin í Hoyvík fer at halda fram at mennast komandi árini.
Í dag er H 71 sera væl skipað við sterkari leiðslu, virknum stuðulsfelag og vaksnum venjarum til øll gentu- og dreingjalið, og til tey mongu børnini undir skúlaaldur, sum venja hondbólt.
Nú fólkatalið í Hoyvík er farið væl upp um tey 3000, er felagið uttan iva skjótast vaksandi ítróttarfelag í landinum.
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |