VIÐTØKUR
fyri
Ítróttarfelagið H71
viðtiknar á aðalfundi felagnum
tann 15. september 2015
§ 1.
Navn, heimstaður, endamál
Stk. 1.
Navn felagsins er H71.
Heimstaður felagsins er Hoyvík.
Stk. 2.
Endamáls felagsins er at skapa karmar fyri ítróttarvirksemi.
§ 2.
Limaviðurskifti
Stk. 1. Innliman
Ein og hvør kann vera limur í felagnum verið seg einstaklingur, felag ella felagsskapur. Innliman kann verða noktað, um serstøk viðurskifti tala fyri tí og minst 2/3 av nevndarlimum felagsins greiða atkvøðu fyri at nokta innliman. Í slíkum føri kann viðkomandi, ið hevur fingið noktað limaskap, á næstkomandi aðalfundi í felagnum, krevja støðutakan aðalfundsins til umsókn sína um limaskap.
Limur, ið farin er úr felagnum ella sum er burturvístur, kann bert verða innlimaður aftur, um hann greiðir møguliga limagjaldseftirstøðu.
Stk. 2. Útliman og burturvísing
Aðalfundur felagsins kann – við 2/3 atkvøðum í meiriluta at rokna millum tey, ið greiða atkvøðu á fundinum – burturvísa limi, ið fremur munandi brot á skyldur sínar mótvegis felagnum ella sum virkar beinleiðis til skaða fyri felagið.
Limur, ið – hóast kravdur – ikki rindar limagjald sítt, kann vera strikaður sum limur í felagnum. Hóast limur er burturvístur ella strikaður, hevur hann skyldu til at rinda fult limagjald fyri viðkomandi roknskaparár.
Stk. 3. Limagjald
Limagjald verður av aðalfundi felagsins ásett fyri hvørt roknskaparár.
Stk. 4. Rættindir og skyldir limanna
Limirnir hava skyldu til mótvegis felagnum at halda viðtøkur tess og njóta afturímóti rættindi sum limir í felagnum, herundir rættin til at taka lut í teimum tiltøkum felagið fyriskipar.
§ 3.
Aðalfundur felagsins
Stk. 1.
Aðalfundurin er hægsti mynduleiki felagsins í øllum viðurskiftum.
Stk. 2.
Nevndin boðar til aðalfund á heimstaði felagsins við minst 7 daga og mest 21 daga freist við lýsing í blaði, ella á annan hátt, sum nevndin avger.
Vanligur aðalfundur verður at halda á hvørjum ári í seinasta lagi 4 mánaðir aftaná, at roknskaparárið er lokið.
Stk. 3.
Skráin fyri vanliga aðalfundin skal fevna um:
Stk. 4.
Uppskot frá limunum til viðgerðar á tí vanliga aðalfundinum skulu vera latin inn til felagið í so góðari tíð, at evnið kann takast við á dagsskránni fyri aðalfundin.
Stk. 5.
Á aðalfundinum hevur hvør limur eina atkvøðu. Limir í stuðulsfelagnum “H71 stuðlar” hava atgongd til aðalfundin hjá felagnum, men hava ikki atkvøðurætt.
Stk. 6.
Á aðalfundinum verða øll mál at gera av við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at hesar viðtøkur áseta serligar reglur um umboðan og majoritet.
§ 4.
Nevnd felagsins
Stk. 1.
Til at stjórna felagnum, velur aðalfundurin eina nevnd uppá millum 3 og 10 limir. Nevndin verður vald fyri eitt ár í senn, og fer frá samlað á tí vanliga aðalfundum. Afturval er loyvt.
Nevndin velur sínámillum formann, kassameistara og skrivara sín.
Stk. 2.
Nevndin hevur fund, so ofta formaðurin heldur tað verða neyðugt, ella um ein av hinum nevndarlimunum ynskir tað.
Stk. 3.
Eingin avgerð kann verða tikin á nevndar fundi, uttan so at minst 3 limir eru á fundi. Á nevndarfundi verða øll mál at gera av við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum ræður atkvøða formansins.
§ 5.
Stk. 1.
Roknskapur felagsins verður grannskoðaður av einum á aðalfundinum valdum grannskoðara, sum virkar til ein aðalfundur hevur valt nýggjan grannskoðara ístaðin.
Stk. 2.
Roknskaparár felagsins er frá 1. juli til 30. juni.
Stk. 3.
Roknskapurin verður gjørdur í samsvar við góðan roknskaparsið og soleiðis at allar kravdar og neyðugar avskrivingar og burturleggingar verða gjørdar.
§ 6.
Stk. 1.
Felagið verður bundið við undirskrift av formanninum, tveimum nevndarlimum saman vella av samlaðu nevndini.
Stk. 2.
Limir felagsins ábyrgjast á ongan hátt persónliga fyri fíggjarligu skyldum felagsins.
§ 7.
Stk. 1.
Viðtøkur felagsins kunnu einans verða broyttar á aðalfundi felagsins og krevst ein atkvøðumeiriluti á minst 2/3 av greiddum atkvøðum.
Stk. 2.
Fyri at taka felagið av krevst aðalfundarsamtykt og skulu í slíkum føri minst 2/3 av øllum limum felagsins greiða atkvøðu fyri at taka felagið av. Fæst slíkur meiriluti ikki, kann nevndin kalla inn aftur til nýggjan aðalfund fyri av nýggjum at taka støðu til málið, hetta innan 1 mánað eftir fyrsta fundin og kann felagið tá verða tikið av um 2/3 greiða atkvøðu fyri, líka mikið hvussu nógvir limir eru møttir til henda seinra fund.
Stk. 3.
Verður felagið avtikið, tilfella eftirverandi ognir felagsins – eftir at allar skyldur mótvegis ognarum eru greiddar – ungdómsarbeiði innan føroyskan ítrótt eftir áseting aðalfundarinnar.
Hoyvík, tann 15. september 2015
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |