Skrivað hevur: Høgni Hoydal
Tá nakrir unglingar stovnaðu ítróttarfelagið í Hoyvík, búðu bert eini 70 fólk í bygdini, og nøkur fá børn spældu bólt niðri á fløtuni í Hoydølum. Í dag er fólkatalið farið upp um tey 3000, og í Hoyvíkshøllini hittast hundraðtals børn og vaksin hvønn dag
Fyri 36 árum síðani varð ítróttarfelagið H 71 stovnað. Stigtakararnir vóru unglingar og smádreingir í Hoyvík, sum sparkaðu bólt niðri á fløtuni í Hoydølum, og sum av og á vórðu bjóðaðir av til dyst móti dreingjum av Boðanesi og úr øðrum býlingum í Havn.
Kortini gjørdist fótbóltur ongantíð nøkur skipað ítróttagrein í felagnum. Talið á børnum og ungum var rætt og slætt ov lítið í Hoyvík til at manna fótbóltslið í ymsu aldursbólkunum. Og ongin hevði tá ímyndað sær, hvussu skjótt bygdin og fólkatalið fór at vaksa í seinnu helvt av sjeyti-árunum.
Ístaðin varð farið undir at venja borðtennis og hondbólt, og felagið meldaði til landskappingar í hesum ítróttargreinum, sum kravdu minni tal av íðkarum. Borðtennis kundi venjast í kjallarum og í gamla skúlanum, meðan fyrstu hondbóltsvenjingarnar fóru fram úti í onkrum túni ella onkrar hendinga tímar í fimleikarhøllini á Studentaskúlanum.
Felagið gjørdi beinanvegin vart við seg í borðtennis, og frá miðjuni av sjeytiárunum og fram í byrjanina av áttatiárunum vunnu bæði gentur og dreingir nógv føroyameistaraheiti til H 71, meðan meira striltið gekk við úrslitunum í hondbóltinum.
Tær stóru útstykkingarnar í Hoyvíkshaganum broyttu bygdina og umstøðurnar, og fólkatalið tók veruliga at vaksa. Nýggi Skúli í Hoyvík stóð liðugur í 1977 við fimleikarhøll, og hetta gjørdist karmurin um nærum alt virksemið hjá H 71, helt fram til ár 2000.
Í fimleikarhøllini í Hoyvíkar Skúla vandu hondbóltsliðini. Eina tíð varð eisini flogbóltur leiktur, og H 71 tók lut í ymsum flogbóltskappingum. Og ikki minst gjørdist badminton ein nýggj ítróttargrein hjá felagnum, har serliga gentur og kvinnur gjørdu seg galdandi, og vunnu fleiri føroyameistaraheiti.
Men við skjótt vaksandi fólkatalinum og knøppu hølisumstøðunum, gjørdist hondbólturin stóra ítróttagreinin hjá H 71. Í fimleikarhøllini kundu nógv børn venja hondbólt ísenn í mun til einstaklingaítróttin, og eftirhondini hevði felagið bæði gentu- og dreingjalið í flestu aldursbólkum.
Tey fyrstu føroyameistaraheitini í hondbólti vórðu vunnin í 1983, tá bæði Dreingir 16 ár og Dreingir 12 ár vunnu, hóast teir ongantíð høvdu vant í eini ítróttarhøll.
Felagið hevði eisini lið í manshondbólti, og í 1985 eydnaðist óvæntað mansliðnum at flyta upp í 1. deild, tá teir vunnu uppflytingardystir móti klaksvíkingum. Árið eftir fór felagið niður aftur í 2. deild, men rykti so upp aftur í 1987.
Framvegis hevði hondbólturin í Hoyvík bert fimleikarhøllina at venja í, men í 1987 eydnaðist at fáa nakrar fáar fastar venjingartímar í høllini á Hálsi til 1. manslið.
Stórar satsingar
Og nú var satsað størri í Hoyvík. Sum eitt av fyrstu feløgunum í Føroyum, gjørdi H 71 sáttmála við spælandi venjara úr Danmark: Stórskjúttan Henrik Gerster, sum í dag er venjari hjá klaksvíkskvinnum. Og í kappingarárinum 1987/88 var H 71 í toppinum av føroyskum manshondbólti og hevði møguleika at gerast Føroyameistari, heilt til seinastu leikumførini. Endin gjørdist, at H 71 vann bronsu hetta kappingarárið.
Hetta skapti enn størri áhuga fyri hondbólti í Hoyvík, og felagið hevði nú lið í øllum ungdómsdeildum hjá bæði gentum og dreingjum. Í 1988 varð settur ungdómsvenjari burturav til menna ungdómsarbeiðið. Venjingarumstøðurnar vóru kortini alt ov trongar, og bygginevnd varð sett at fyrireika ítróttarhøll í Hoyvík.
Kreppuárini í 90’unum raktu tó eisini H 71 meint. Felagið fekk fíggjarligar trupulleikar, ungdómsarbeiðið og serliga gentuhondbólturin datt niðurfyri. Mansliðið flutti niður í 2. deild og eitt skifti í byrjanini av nítiárunum var upp á tal at niðurleggja felagið.
Men góðar kreftir tóku seg saman og fingu felagið aftur á beint, og í 1995 vann mansliðið sær aftur sæti í 1. deild.
Eftir hetta hendu stórar broytingar í H 71. Eitt stuðulsfelag varð sett á stovn, og farið varð aftur undir ætlanirnar um ítróttarhøll.
Stuðulsfelagið hjá H 71 fekk serliga bøtt um støðuna við ungdómsvenjarum og styrkti felagið fíggjarliga við alskyns tiltøkum. Tað var somuleiðis stuðulsfelagið, ið fekk savnað pening inn at byggja fyrsta kappróðrarbátin hjá hoyvíkingum: 10-mannafarið Hoyvíking.
Og í nýggju øldini kom so loksins ítróttarhøllin í Hoyvík, sum síðani hevur verið karmur um alt virksemi felagsins.
Í dag er felagið sera væl skipað við sterkari leiðslu, virknum stuðulsfelag og vaksnum venjarum til øll gentu- og dreingjalið og til tey mongu børnini undir skúlaaldur, sum venja hondbólt.
Nú fólkatalið í Hoyvík er farið upp um tey 3000, er felagið uttan iva skjótast vaksandi ítróttarfelag í landinum.
Og við nýggju útstykkingunum og verkætlanini við Stórutjørn, er onki sum bendir á annað, enn at vøksturin fer at halda fram.
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |