sunnudagur, 16. februar 2025
Talan er um 18 finalur, har H71 hevur lið í teimum 12.
Finaludystirnir í Faxe Kondi kappingini 2025 eru hesir:
Fríggjadagin 21. februar
Kl. 18:30 * G16, Kyndil a - Neistin
Kl. 20:00 * D16, Neistin - H71 a
Leygardagin 22. februar
Kl. 09:00 * G10B, EB a - Tjaldur a
Kl. 09:40 * D10B, H71 b - Neistin c
Kl. 10:20 * G12B, EB - H71 c
Kl. 11:10 * D12B, ÍA a - SÍF
Kl. 12:00 * G10A, H71 a - VÍF a
Kl. 12:40 * D10A, H71 c - Kyndil a
Kl. 13:20 * G12A, H71 a - StÍF a
Kl. 14:10 * D12A, H71A - Kyndil a
Kl. 17:00 * Kvinnur, Neistin - Kyndil
Kl. 19:30 * Menn, H71 - VÍF
Sunnudagin 23. februar
Kl. 13:00 * Eydnudeildin
Kl. 14:00 * G14B, Søljan - Tjaldur
Kl. 15:00 * D14B, Tjaldur - Team Klaksvík
Kl. 16:00 * G14A, H71 a - Kyndil a
Kl. 17:00 * D14A, H71 a - Kyndil
Kl. 18:00 * G18, H71 - Kyndil
Kl. 19:30 * D18, H71 a - VÍF
H71 hevur ein bás í høllini við Tjarnir. Har eru møguleikar at keypa sær okkurt at eta og okkurt at drekka.
Til mansfinaluni leygarkvøldið verður upphiting.
Básurin er opin alt vikuskiftið.
Tú kanst keypa atgongumerkir soleiðis:
Dagur |
Vaksin |
Børn |
---|---|---|
Fríggjadagin |
115 | 65 |
Leygardagin, barnafinalur |
115 | 65 |
Leygardagin, kvinnur og menn |
115 | 65 |
Sunnudag |
115 | 65 |
Vikuskiftispass |
265 | 140 |
Afturat nevnda kostnaðinum verður eitt avgreiðslugjald à 15 krónur lagt afturat fyri hvørt atgongumerki.
Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn.
Atgongumerkir kunna keypast her á Atgongumerki.fo.
Finaludystirnir fara at verða stroymdir her: https://www.youtube.com/@handballfaroeislands8947/streams.
fríggjadagur, 27. desember 2024
Opið er soleiðis:
Leygardagin 28. desember frá 12 - 18
Mánadagin 30. desember frá 10 - 20
Týsdagin 31. desember frá 10 - 14
Takk fyri TÍN stuðul til felagið.
Gott nýggjár.
hósdagur, 17. oktober 2024
Evropa Cup dysturin hjá okkara monnum móti italska SSV Brixen verður stroymdur í kvøld klokkan 18:00.
Stroymingin fer fram her á Youtube.
Hesin fyrri dysturin verður spældur í Ilatia.
Og tað verður tann seinni eisini. Tað verður leygarkvøldið klokkan 18.
mikudagur, 9. oktober 2024
Dystirnar verða spældir nú leygarkvøldið 12. oktober og sunnukvøldið 13. oktober.
Bæði kvøldini verður byrjað klokkan 19.
Talan er um ein heima- og ein útidyst.
Mótstøðuliðið er »Cyview Developers Latsia« frá Kýpros.
Tú kanst lesa um kýpriotiska liðið her á EuroHandball.com.
Minst til: Tað er altso í Høllini á Hálsi í Havn.
sunnudagur, 15. september 2024
Limagjaldið skal gjaldast við tilmelding og í seinasta lagi mikukvøldið 18. september 2024.
Tey, sum hava skrásett seg og goldið áðrenn hetta, fáa eina limablusu frá H71, so umráðandi er at upplýsa stødd, tá skrásett verður.
mánadagur, 1. apríl 2024
Hóast Hoyvíkshøllin upprunaliga bleiv bygd sum ein venjingarhøll, so hon hevur ofta og mangan verið karmur fyri alskins sløgum av heimadystum hjá H71.
Og tað er ofta og mangan sannað, at høllin er alt, alt ov lítil. Bæði til venjingar og til dystir.
Men um eitt gott ár verður stórhøllin við Tjarnir liðug.
Og tá flytir Hondbóltsfelagið H71 yvir í ta høllina.
Gamla Hoyvíkshøllin er gamaní nokk so slitin. Men ikki verri enn so, enn at okkurt av teimum smærri feløgunum í kommununi kann brúka hana. Ónevndar keldur siga seg vita, at Kyndil verður tað felagið, um fær Hoyvíkshøllina aftan á okkum.
Men vit hava eisini frætt, at City Curch liggur framvið, nú tey eru húsvill.
Livst, so spyrts.
---
Dagført klokkan 23:55: Well, ókey - aprílsøga...
týsdagur, 26. mars 2024
Nú landskappingin er liðug hjá okkara ungdómsliðum, so bjóðar H71 til felags morgunmat í Hoyvíkshøllini leygardagin 30. mars🤩
Øll eru hjartaliga vælkomin, leikarar, foreldur, ommur og abbar og viðhaldsfólk.
Morgunmaturin byrjar kl. 09:30.
Ymiskt stuttligt verður eisini í høllini, bæði fyri stór og smá👏🏻
Sjálvt um tiltakið er alment, hevði tað verið fínt, um tit kundu sagt frá á tráðnum hjá okkum á Facebook, hvussu nógv tit verða.
So fáa vit eina hóming av, hvussu nógv vit verða tilsamans.
🖤 Vit gleða okkum at síggja tykkum🖤
hósdagur, 15. februar 2024
Okkara dystir eru hesir:
Kl. 20:00 D16, H71 a - Kyndil
Kl. 09:00 G10B, Neistin a - H71 b
Kl. 09:40 D10B, ÍA - H71 d
Kl. 13:20 G12A, H71 a - Søljan
Kl. 14:20 D12A, H71 a - Neistin a
Kl. 16:30 D14A, H71 a - Tjaldur a
Kl. 17:30 G18, VÍF - H71
Kl. 19:00 D18, H71-Neistin
týsdagur, 9. januar 2024
Í sambandi við at føroyska A- landsliðið hjá monnum á fyrsta sinni luttekur í EM endaspæli í hondbólti í Berlin nú í januar 2024, fara hópin av føroyskum fjepparum avstað at stuðla hondbólthetjunum, sum vónandi fara fáa nøkur góð úrslit.
Í fjepparskarðanum teljast teir flestu dreingir-14-leikararnir hjá H71, og eftirsum nóg nógvir dreingir eru til at manna lið, og nógmikið av tíð er millum dystirnar hjá landsliðnum, upprann hugskotið, um tað mundi bera til at skipa fyri nøkrum vinardystum móti týskum liðum.
Foreldur tóku samband við HV Berlin (Handball Verband Berlin) og greiddu frá hugskotinum. HV Berlin lá ikki leingi á boðunum og svaraði longu dagin eftir, at umbønin var send, at tey vóru áhugaði at skipa fyri vinardystum móti H71.
Samband varð tikið til trý feløg, sum liggja ovast á stigatalvuni í sínum aldurbólki, og takkaðu tey ja. Soleiðis er tað komið í lag, at D14 skulu spæla tríggjar dystir ímóti javnaldrandi á sama støði - fríggjadagin 12. januar, leygardagin 13. januar og sunnudagin 14. januar móti ávíkavist Füche Berlin, Pfeffersport og SG OSF Berlin.
Djóni Gaard Joensen er venjari.
Vónandi fáa dreingirnir nakrar góðar upplivingar og knýta vinarbond.
*Fríggjadagin 12. januar
Klokkan 15.30: Füche Berlin - H71
Høll: Füche Town, Lilli-Henoch-Halle
*Leygardagin 13. januar
Klokkan 13.00: Pfeffersport - H71
Høll: Sporthalle OSZ
*Sunnudagin 14. januar
Klokkan 15.00: SG OSF Berlin - H71
Høll: Louis Zobel Sporthalle
Møtið fjølment og stuðlið okkara dreingjum🤩🖤💪🏻
hósdagur, 12. oktober 2023
Hesin dysturin verður, eins og tann fyrri, spældur á útivølli í Kroatia.
Leinkjan til stroymingina er her.
Hagtøl frá dystinum fert tú at síggja her.
mikudagur, 11. oktober 2023
Dysturin verður, eins og tann seinni, spældur á útivølli í Kroatia.
Stroyming av dystinum verður her.
Og Hagtøl frá dystinum fert tú at síggja her.
Leinkjur til seinna dystin verða lagdar út her á heimasíðuni í morgin.
mánadagur, 9. oktober 2023
Djóni er, umframt at verða venjari hjá okkara monnum, eisini ungdómsvenjari.
Hann hevur nú eisini ítróttarliga ábyrgd, hann avgreiðir fyrisitingarligur uppgávur, og eisini samskipar hann arbeiðið í felagnum.
Djóni er at hitta allar gerandisdagar á skrivstovu okkara í høllini, og hava tit foreldur og leikarar nakað upp á hjartað, so ber til at seta seg í samband við Djóna á tel 504488 ella á telduposti á djgajol@hotmail.dk.
sunnudagur, 1. oktober 2023
Á skránni verður útflyggjan av limablusum til tey, sum hava skrásett og goldið limagjald.
Eisini verður kunningarfundur um komandi kappingarár, har Mark Marcher fer at siga frá um Leikaramenning hjá HSF.
Sebastian Christensen fer at siga frá um styrki og skaðafyribyrgandi venjing. Og Sebastian fer eisini at greiða frá um týdningin av kosti og svøvni, tá ein íðkar ítrótt.
Vit koma at tosa um sjávboðið arbeiði í felagnum og um, hvussu týdningarmikið tað er, at øll hjálpast.
Og so fer Intersport at selja nýggju H71-klæðini.
Vit gleða okkum at síggja tykkum👏
Møtið fjølment😃
Mikukvøldið. 4. oktonber.
Klokkan 18:30
Í Skúlanum við Løgmannabreyt.
mánadagur, 4. september 2023
Tilmeldingin fer fram við at trýsta leinkjuna her.
Limagjaldið skal gjaldast við tilmelding og í seinasta lagi 17. september 2023.
Tey, sum hava skrásett seg og goldið áðrenn hetta, fáa eina limablusu frá H71, so umráðandi er at upplýsa stødd, tá skrásett verður.
Limagjaldið er:
týsdagur, 29. august 2023
Øll eru vælkomin
Skrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári.
3. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar og ársfrágreiðing.
4. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár.
5. Val av nevndarlimum.
6. Val av grannskoðara.
7. Ymiskt
Nevndin
týsdagur, 27. juni 2023
H71 kvinnur eru greipuvinnarar í ár, og vit vita longu nú, at fleiri leikarar fara av landinum, og at Simon Olsen og Djóni Gaard Joensen ikki koma at halda fram sum venjarar komandi ár.
Petra Freiselová út Tjekkia verður høvuðsvenjari saman við dananum Mathias Rettig, sum verður hjálparvenjari.
Petra er útbúgvin mastercoach og hevur verið venjari hjá Tjekkiska meistaraliðnum Slavia Praha síðani 2013 og ungdómslandsliðvenjari. Petra hevur eisini verið yrkisleikari í Týsklandi í 6 ár.
Petra er 46 ára gomul og er útbúgvin innan ítrótt og eisini útbúgvin løgreglukvinna.
Mathias Rettig er útbúgvin “DHF Divisionsvenjari” umframt, at hann hevur ein bachelor innan ítrótt og heilsu frá Syddansk Universitet. Mathias kemur frá einum starvi á eftirskúlanum Oure, og hann hevur eisini starvast hjá GOG sum kropsligur venjari og hondbóltsvenjari.
Nevndin í H71 er spent uppá, hvat okkara nýggja venjaratoymi kann koma við av nýggjum íblástri.
mánadagur, 19. juni 2023
Mark Lausen-Marcher er útbúgvin “divisiónsvenjari”, og Djóni Gaard Joensen er í holt við somu útbúgving, sum verður lokin seinri í ár.
Mark hevur drúgvar venjara royndir sum landsliðsvenjari og sum venjari hjá monnum og kvinnum hjá H71.
Djóni Gaard Joensen hevur í nógv ár verið ungdómsvenjari í H71 eins og hann seinasta kappingarár, saman við Simon Olsen, hevur havt ábyrgdina av bæði kvinnum og monnum hjá H71. Djóni hevur eisini verið landliðsvenjari hjá U 04 landsliðnum, sum fekk frálík úrslit í Montenegro seinasta ár og sum aftur í ár skulu royna seg í HM endaspæli í Kroatia í summar.
Djóni Gaard Joensen kemur at starvast fulla tíð hjá H71, og hann kemur at verða ítróttarligur leiðari og samskipari hjá H71 umframt, at hann eisini kemur at venja ungdóm komandi kappingarár.
Nevndin í H71 er sera væl nøgd við at hava fingið fólk, sum hava verið knýtt at felagnum í nógv ár at hava ábyrgdina í komandi árið og ynskja toyminum blíðan byr.
mikudagur, 24. mai 2023
Nú kappingarárið 2022/23 er lokið, so standa bæði fremsta kvinnulið og fremsta mansliðið hjá H71 ovast á sigurstrónuni, bæði í landskappingini og í steypakappingini.
Soleiðis í sama felagi at vinna greipuna bæði hjá kvinnum og hjá monnum er eitt bragd, ið einki felag í nakrari liðavriks-ítróttargrein her á landi áður hevur gjørt okkum eftir.
Heilt einastandandi.
Hetta lá sanniliga ikki í kortunum, tá vit fóru undir kappingarárið í fjørheyst.
Gamaní, kvinnulið okkara hevur frá ársbyrjan verið favorittur til at vinna bæði lands- og steypakappingina og hava heldur ikki mist nógv stig yvirhøvur alt kappingarárið. Men hóast tað, so hevur kappingarárið hjá kvinnunum ikki bara verið ein dansur á rósum.
Kvinnurnar hava sanniliga haft sínar avbjóðingar, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Men tær hava sum ein samlaður hópur á fyrimyndarligan hátt vunnið á teimum og kunnu tí ernar lyfta greipuna um høvur á fult uppibornan hátt.
Hjá monnunum vóru avbjóðingarnar stórar frá fyrsta bríksli í kappingarárinum.
Menninir vunnu eisini greipuna í fjør, men at kalla alt liðið var antin blivið selt av landinum ella skatt, tá árið byrjaði. Og tí bleiv byrjað á at kalla berum botni hjá monnunum. Men enn einaferð hevur H71-maskinan víst, hvør dugur er í henni. Og við miðsavnaðum arbeiði frá venjaratoyminum við Simon Olsen á odda er eydnast at skapa eitt lið, sum avgjørt var best - bæði í landskappingini og í steypakappingini og sum fult uppiborið hevur borið okkum greipuna enn einaferð til Hoyvíkar, triðja ferðin seinastu seks árini.
Kongar.
Við hesum orðum vil faldarin enn einaferð heilsa øllum H71 viðhaldsfólki og takka fyri eitt framúr leikár.
týsdagur, 16. mai 2023
Tað verður spennandi í Hoyvíkshøllin í annaðkvøld, mikukvøldið.
Klokkan 19:30 skula menninir hjá okkum spæla 4. finaludystin um føroyameistaraheitið 2022/23.
Klokkan 18 byrjar upphitingin í Hoyvíkshøllini, andlitsmáling, okkurt at eta og okkurt at drekka.
Fyrsta finaludystin vann VÍF 30-26
Næsta dystin vann H71 28-21
Triðja dystin vann H71 eisini, 31-28
Í finaluumførunum telja bara vunnir dystir.
Ikki nakar málmunur, vunnin mál ella nakað.
Og vinna vit hendan fjórða finaludystin, so eru vit meistarar!
Tapa vit, so verður ein fimti og avgerandi finaludystur leygarkvøldið 20. mai klokkan 18 í Vestmanna.
Tað kundi í og fyri seg verið áhugavert - hugsa tær: at vinna dystin leygarkvøldið - í Vestmanna - á sjálvum bátafestivalinum :)
Klokkan 18:45 - altso mikukvøldið beint undan dystinum - verður nýggja venjaratoymið hjá kvinnum og monnum avdúkað.
hósdagur, 11. mai 2023
Í 2020 fór Simon Olsen við konu og trimum børnum umborð á flogfarið við kós móti Føroyum. Nú takkar hann fyri seg, og hann fer av landinum aftur við fleiri gullheiðursmerkjum, vinarbondum og upplivingum í viðførinum.
- Eg eri sera takksamur fyri hesi trý árini í Føroyum. Tá ið eg hyggi aftur á tey, má eg siga, at hetta hava verið nøkur av teimum bestu árunum í mínum lívi, og familjan hevur stórtrivist her.
Tað sigur Simon Olsen, sum nú fer undir endaspurtin sum venjari hjá H71 monnum og kvinnum. Tá ið nú 29 ára gamli danin kom til Føroya, visti hann ikki, hvat hann skuldi vænta. Korona var farið at ganga, og av somu orsøk var ikki møguligt at koma til Føroya at kanna umstøðurnar, áðrenn hann skuldi taka støðu til, um hann skuldi taka við starvinum.
- Eg hevði sera gott samskifti við Onnu Dam og fekk boðið fulltíðarstarv við ábyrgd av monnunum, og somuleiðis ein leiklut í at menna barna- og ungdómsdeildina hjá H71. Eg sá møguleikan sum eina spennandi avbjóðing, og eitt gott fet á leiðini sum venjari, greiðir Simon frá.
Liðini hjá Simon Olsen hava vunnið nógv undir hansara leiðslu, bæði í barna- og ungdómsdeildunum og í vaksnamannadeildunum. Menninirnir hava vunnið allar tríggjar steypafinalurnar, síðan Simon gjørdist venjari, og teir hava eisini verið í báðum FM-finalunum. Í fjør vann H71 føroyameistaraheitið, og venjarin ætlar at endurtaka bragdið í ár.
- Nú gleði eg meg til at fáa tann best møguliga endan við H71, sigur Simon, sum nú fer undir hálvfinalurnar við bæði kvinnum og monnum.
Í ár hevur Simon Olsen eisini havt ábyrgdina av H71-kvinnunum, sum m.a. hava verið í Spania og spælt Evropa Cup, hava vunnið steypakappingina og eru favorittar at vinna FM. Tað kann ikki sigast annað enn, at tað hevur hilnast framúr væl hjá honum.
- Kvinnurnar hjá H71 eru einanstandandi dugnaligar á hvør sínum øki og eisini sum lið, so tað hevur verið ein fragd at vant tær í ár saman við Djóna Gaard Joensen. Tað einasta, sum nívir meg er, at vit ikki spældu okkum víðari í Evropa Cup, men Guarde, sum vit møttu, eru nú eru í finaluni, greiðir venjarin frá.
Simon Olsen er ikki bara hondbóltsvenjari, men eisini familjupápi. Hann og konan, Sanne, eiga tveir synir og eina dóttir. Dóttirin var lítil, tá ið tey komu til Føroya.
- Okkara dreingir, Malthe og Theo, lærdu føroyskt rímiliga skjótt og tosa málið flótandi í dag. Dóttirin Vilde er uppvaksin við tveimum málum, men hon brúkar fyri tað mesta føroysk orð, sigur Simon flennandi, sum ikki sjálvur dugir føroyskt.
Børnini hava fingið nógv vinfólk í Hoyvík, so tað er við blandaðum kenslum, at tíðin í Føroyum nú skjótt er av.
- Børnini fara uttan iva at sakna vinfólkini, og kanska serliga tað frælsi, sum tað er at búgva í Føroyum, har børnini bara fara á gátt hjá hvør øðrum, uttan at tað skal avtalast frammanundan. Hóast familjan nú fer aftur til Danmarkar, væntar Simon, at tey fara ofta at ferðast í Føroyum í framtíðini.
- Vit hava fingið vinfólk fyri lívið. Vit gjørdust beinanvegin partur av H71 og felagslívinum í Hoyvík. Eg minnist, at bara stutta tíð eftir at vit vóru komin til Føroya, vórðu vit boðin í ein føðingardag. Fólkini rundan um okkum gjørdu, at tað var sera lætt at fella til, og vit fara uttan iva at varðveita sambandið.
Simon Olsen hevur nógv góð orð at bera stóru H71-familjuni, sum hevur verið hansara gerandisdagur í trý ár.
- Eg eri hugtikin av øllum teimum sjálvbodnu, sum gera ein mun. Eg eri hugtikin av felagnum, har tað er so stórur felagsskapur og gott samanhald, og eg eri hugtikin av teimum ágrýtnu spælarunum frá teimum elstu til tey yngstu. Og tað eru nógv børn í høllini uttan fyri teirra venjingartímar, sum royna at “stjala“ hvønn einasta fría sentimetur til at spæla hondbólt. Tað er bæði hugkveikandi og feitt!
Simon Olsen hevur eisini verið landsliðsvenjari hjá 04kvinnum seinastu tvey árini, sum í fjør var við til HM-endaspælið í Norðurmakedonia fyri U18-landslið. Landsliðið kláraði seg væl og endaði nummar 19 av 32 londum. Føroyar spældu sjey dystir og vunnu fýra teirra. Hóast Simon flytir av landinum, heldur hann fram sum venjari hjá hesum árgangi í eina tíð afturat, tí liðið skal vera við í W19 Championship í Litava í summar.
- Avtalan við hondbóltssambandið gongur út eftir kappingina og so fáa vit at síggja, hvat hendir eftir tað. Fyri meg er tað ein stór æra at vera landsliðvenjari. Tú arbeiðir við dugnaligum ungum leikarum og ert við í menningini, og so fylgja eisini nógvar upplivingar við starvinum. Tað er ein rívandi menning, sum fer fram í landsliðshøpi.
Venjarin heldur, at hann eisini hevur sæð eina framgongd úti í feløgunum kring landið hesi seinastu trý ári.
- Tað hevur verið áhugavert at fylgt við hesari menningini, sum er farin fram og framvegis fer fram, ikki bara á landsliðunum, men eisini úti í feløgunum. Eg havi lagt til merkis, at bara hesi fáu árini, ið eg havi verið her, er størri orka løgd í menningararbeiðið, og framgongdin er týðilig.
Eftir kappingarenda fer venjarin aftur til Danmarkar, har hann skal standa á odda fyri Randers Håndboldklub, sum er farið í holt við at byggja kvinnuliðið uppaftur, eftir at felagið fór á húsagang í
fjør.
- Tíðin í H71 hevur gjørt, at eg eri vorðin ein betri venjari og hevur givið mær eina rúgvu av royndum, serliga tí, at vit hava verið í nógvum finalum, og ikki at gloyma spælt evropeiskar dystir.
Eg havi somuleiðis verið so heppin at samstarva við nógv ymisk fólk, sum hava givið íblástur til spælið og samanhaldið, sigur Simon at enda.
H71 takkar Simon Olsen fyri stóra arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri H71 og ynskja honum og familjuni blíðan byrð.
mikudagur, 10. mai 2023
Tað bleiv so ikki heilt rætt.
Ella kanska kortini - nú er allarseinasti komin :)
Hesa ferð takkar Anna Dam, forkvinna felagsins, fyri hetta skjótt lidna kappingarárið.
Og Helgi Hoydal eina og oddagrein umrøða bragdið hjá kvinnunum um tað at vinna greipuna.
Faldaran, sum tann sjeyndi hetta kappingarárið, kanst tú lesa her og her.
týsdagur, 9. mai 2023
Og harvið var tað veruleiki, at kvinnurnar høvdu vunnið føroyameistaraheitið annað árið á rað.
Samstundis varð staðfest, at H71 eisini á fyrsta sinni er greipuvinnari í søguni hjá kvinnuhondbólti felagsins. Tær vunnu nevniliga fyrr í ár steypakappingina, tá við finalusigri - eisini á Kyndli - við málmuninum 31 - 27.
Í lands- og steypakappingini hava tær bert mist trý stig. Tær vunnu grundspælið við bert at missa eitt stig og við einum samlaðum málmuni á 234 mál. Tað gevur ein gjøgnumskurðsmálmun fyri teir 20 vunnu dystirnar á heili 11 mál - klassi. So einki er at taka seg aftur í, at tær veruliga hava verið burturúr suvirenar.
Spæl teirra hevur verið gott, bæði í álopi og verju, - ja til tíðir suplimt - men tað, sum ein kanska einamest hevur verið hugtikin av, tað er tann ófatiligi stríðsvilji, ið hevur ligið í hvørjum leikara. Ja, tær hava av innasta huga ynskt at vinna hvønn dyst og hvønn leik í dystunum. Tað hevur ikki bara verið viðrák, minni enn so. Men hóast karmarnir vóru nakað ótryggir eini løtuna fram ímóti jólum í fjør, so lótu leikararnir seg á ongan hátt nerva av hesum á leikvøllum, líkamikið um leikt varð í Føroyum ella úti í heimi.
Byrjaði illa
Venda vit aftur til triðju og avgerandi finaluna landskappingini, leikt varð í Hoyvíkshøllini leygardagin, so stóð einki til eini løtuna í fyrra hálvleiki í dystinum.
Dysturin byrjaði nøkunlunda javnt, har báðar verjurnar stóðu seg væl. Men eftir at 5 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki, tóku kyndilsgentur dik á seg, og eftir lítlari løtu vóru tær á odda við heili 15 - 7. Tær vóru væl leiddar av oddvitanum Turið Arge Samuelsen, ið hevur verið ein einmansherður fyri Kyndil hetta leikár.
Men í hesi støðu prógvaðu hoyvíkskvinnur enn einaferð, hvør stiril er í teimum. So eftir at hava umskipað seg nakað og við at mansverja Turið Arge Samuelsen tóku hoyvíksgentur seg inn aftur á Kyndil, og umleið 10 minuttir inn í seinna hálvleik legði H71 seg á odda 18 - 17.
Restina av dystinum leikaði javnt á, og tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at H71 fekk tryggjað sær sigurin við einum máli omaná.
Ein sera spennnandi og nervpirrandi løta, ið sjálvsagt gjørdi sigurin enn søtari, tá av var tornað og sigurin var komin í hús.
Fleiri myndir frá triðja finaludystinum eru her:
* in.fo
týsdagur, 18. apríl 2023
Í hesum faldaranum kanst tú síggja og lesa alt hetta:
Um Simon Olsen, venjara, sum nú gevst hjá H71 og fer av landinum
Grein hjáa Hjalta Mohr Jacobsen
Anna Dam, forkvinna í H71, tekur saman um skjótt farna leikaárið
Myndir frá síðsta hondbóltsdegnum hjá U14
Seinasta faldaran í 2022/23 kanst tú lesa her.
Og her kanst tú lesa alla faldararnar hjá okkum.
leygardagur, 15. apríl 2023
Fyrsta hálvfinalan var fyrr í vikuni, og vannn Neistin hesa. Altavgerandi er tí, at H71 vinnur henda dyst, skulu teir varveita vónina um aftur í ár at taka lut í FM - finaluni í BURN deildini hjá monnum.
Skulu vit vinna leygardagin, so er mest avgerandi av øllum, at vit øll hoyvíkingar fara av húsum og leita okkum í Hoyvíkshøllina leygarkvøldið fyri at eyggja leikarum okkara til sigurs.
Skulu vit fáa ta viðgongd, ið krevst slíkar dystir, so er neyðugt, at áskoðarafjøld er til at halda leikarum okkara til og bera teir fram tyngru løturnar, so flog aftur kemur á.
Í seinastu 11 FM-finalunum í mansdeildini hevur H71 verið annar parturin í finaluni. Bara í 2014 vóru vit ikki við. Men vónandi kemur ikki stígur í hesa annars so jaligu gongd hjá mansliði okkara í fremstu deildini.
mikudagur, 12. apríl 2023
leygardagur, 1. apríl 2023
Tá dystir hjá teimum vaksnu eru í Hoyvíkshøllini, tá er okkara Emy ofta til dystin fús at selja kaffi, kakur, saft og alt annað gott.
Og tað verður hon eisini til dystin í dag, tá kvinnurnar hjá okkum taka móti Stjørnini úr Klaksvík.
Tað verður klokkan 15 í dag, leygardag. Og forrestin - dysturin í dag er tann seinasti í grundspælinum hjá okkara kvinnum.
Emy hevur heitt á okkum at boða frá, at um tú keypir okkurt frá henni í dag, so vil hon helst vil hava gjald í 50-oyrum!
Tað er okkurt, sum hon vil brúka hasi 50-oyruni til - hon vil ikki siga hvat.
So - kæru tit - um tit skula keypa ein kopp av kaffi fyri 10 krónur, so skal tað verða goldið við 20 50-oyrum.
Og ein toast fyri 20 krónur skal verða goldin við 40 50-oyrum.
Og so framvegis.
Takk ;)
mánadagur, 20. februar 2023
Talan er um 13 finalur, har H71 luttekur í 10 teirra.
Gev gætur: finalan hjá D16 verður spæld fríggjakvøldið.
Allir dystirnir verða spældir í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Dystirnir hjá H71 eru hesir:
Dagur | Deild | Lið |
24. februar kl 20:00 | D 16 | Neistin - H71 a |
25. februar kl. 09:40 | G12 B | Søljan - H71 |
25. februar kl. 11:15 | G 10 A | StÍF - H71 a |
25. februar kl. 13:30 | G12 A | H71 a - Neistin a |
25. februar kl. 14:20 | D 12 A | Kyndil a - H71 a |
25. februar kl. 16:30 | Kvinnur | H71 - Kyndil |
25. februar kl. 19:00 | Menn | H71 - KÍF |
26. februar kl. 16:30 | G 14 B | H71 - VB |
26. februar kl. 17:30 | G 18 | H71 - Neistin |
26. februar kl. 19:00 | D 18 | VÍF - H71 |
Tað ber til at keypa atgongumerkir her á Atgongumerki.fo.
týsdagur, 20. desember 2022
Tað er nú greitt, nú H71 og spanska felagið Club Balonman Atletico Guardes eru komin ásamt um at spæla báðar dystirnar í European Cup kappingini í Spania.
Hetta var tann fíggjarliga skilabesta avtalan, og hóast vit altíð fyrst og fremmst ynskja at spæla heima, so mugu vit taka fíggjarlig atlit í sambandi við okkara altjóða luttøku.
H71 spældi seg í áttandapartsfinaluna 4. desember, tá okkara kvinnur við einari krútsterkari verju og nøkrum frálíkum einmansavrikum í álopspartinum megnaðu at hála sigurin í hús. Vit vunnu seinna dystin 29-24 og vunnu samanlagt 56-53.
Verjuparturin hjá okkum vísti altjóða klassa, og við Janu á odda í álopsspælinum megnaðu vit at skora tey neyðugu málini og at venda tvey-máls tapinum frá fyrra dystinum.
Dysturin sum tryggjaði okkum víðari luttøku, var fyrst og fremst eitt framúr liðavrik, og spennandi verður, hvat vit fara at megnað móti spanska liðnum.Vónirnar eru góðar, og liðið hjá okkum er longu farið í holt við at fyrireika seg saman við nýggja venjaratoyminum Simon Olsen og Djóna Gaard Joensen. Alexander Lein Martinsen heldur fram sum málverjavenjari hjá kvinnunum.
Fyrri dysturin verður spældur leygarkvøldið 14. januar klokkan 18:00 og seinni dysturin 15. januar, eisini klokkan 18:00.
Væntandi verða dystirnir stroymdir. Nærri kunning um hetta kemur á heimasíðuna.
Kvinnurnar fara úr Føroyum 12. januar og eru heima aftur 16. januar.
týsdagur, 13. desember 2022
Spanska liðið vann sannførandi á einum hollendskum liði seinasta umfar, og tað hevur fyri stuttum leikt móti nr. 1 í sponsku deildini.
H71 fer nú undir samráðingar um at fáa báðar dystirnar spældar á sama staði og helst heima.
Vit hava heimavøll tann 7. og 8. januar, men júst nær dystirnir verða spældir, tað verður avgjørt í samráði við mótstøðuliðið.
mánadagur, 5. desember 2022
Veitslan er fyri leikarar, venjarar, viðhalds- og hjálparfólk hjá H71, og byrjar klokkan 19.
Tað er 18 ára aldursmark.
Kostnaður: 350 krónur.
Atgongumerki kunnu keypast við at flyta pening á konto 9870-427.166.2 í Suðuroyar Sparikassa.
Minst til: Viðmerk navn og “veitsla”.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 14. desember, so tað er at skunda sær at melda til.
sunnudagur, 4. desember 2022
Okkara vóru frá byrjan aftanfyri við tveimum málum, eftir at Slavia Praha høvdu vunnið fyrsta dystin 27-29.
Tað, sum var avgerandi undan dystinum, var, at vit í størri mun fingu sambandið millum málverjan og verjuna at rigga. Samstundis máttu okkara royna at minka um tær teknisku villunar, sum eisini var ein stórur partur av, at okkara taptu fyrra dystin.
Tað lat til at vera ein størri tendring á okkara leikarum frá byrjanini av. Takklingarnar sótu betri, sum við eitt gav Rúnu í málinum betri abreiðssømdir. Hæddin var betri frá byrjan, og vit megnaðu at fáa Slavia Praha st taka nøkur pressaði skot úr torførum støðum.
Samstundis sum verjan kom nógv betri frá byrjan, løgdu vit út við einari væl smurdari kontramaskinu, sum áhaldandi gav Slavia Praha høvuðbrýggj. Hetta gav okkum eina 5-2 leiðslu, og kekkisku kvinnunar vórðu noyddar at taka eitt leikbrá longu eftir at 8 minuttir vóru leiktir.
Dysturin byrjaði at seta meira ferð á eftir hetta. Jana og Marita gingu á odda í álopspartinum, har tað serliga eydnaist Maritu at fáa sent nøkur góð langskot í netið, samstundis sum, at Jana støðugt legði trýst á kekkisku verjuna - við sínum skjóta fótskifti og ágangandi álopsspæli.
Góða gongdin helt fram. Eftir 14 min. vóru okkara á odda 4-8. Tíverri fyri okkara, fingu vit tvær óhepnar útvísingar, sum gjørdu, at munurin dragnaði niður í tvey mál. Eftir 20 min. var støðan 8-13. vvt fingu gagnnýtt okkara yvirtalsstøðu meistarliga, og kastaðu tveir boltar í tómt mál. Samstarvið millum Rúnu í málinum og verjuna riggaði munandi betri teir fyrstu 20 min. Rúna kundi við góðari hjálp frá verjupartinum notera seg fyri 8 bjargingar!
Fyri at venda dystargongdini skiftu Slavia Praha ímillum at skerma Janu og at standa frammi í einari 5-1 verju. Hetta gav okkum trupulleikar í álopspartinum og álopsspælið stagneraði. Hóast vit komu sera væl frá byrjan og vóru á odda við 5 málum eina løtu, komu kekkisku gestinir aftur í aftur. Hálvleikstøðan var 15-14 til H71, so alt var fultkomiliga opið til seinna hálvleik.
Seinni hálvleikur byrjaði, tíverri fyri okkara, eitt sindur sum fyrri endaði. Vit høvdu trupulleikar við at fáa bóltin í netið. Sterka kekkiska verjan fekk betri tak á okkara, og kekkiski málverjin tók fleiri av okkara skotroyndum. Eftir 35 min. løgdu Slavia Praha seg á odda 17-16 og vóru á odda við trimum málum samanlagt. Hóast vit høvdu fleiri møguleikar at koma inn aftur í dystin, vóru vit ikki nóg neyvar, tá ið vit spældu okkum fríar.
Eftir eina torføra byrjan í álopspartinum, helt Jana okkum inni í dystinum, og við fýra málum á rað, legði hon okkum aftur á odda. Eftir 16 min í øðrum hálvleiki, var støðan 20-22 til H71. Tað kom betri glið á álopsspælið hjá okkara nú. Við níggju minuttum eftir at leika, vóru vit á odda 25-22, so okkara førdu samanlagt við einum máli. Jana vísti ferð eftir ferð, hví hon næsta ár skal leika við danska stórfelagnum Viborg.
Samstarvið millum verju og málmann riggaði til fulnar, og Slavia Praha høvdu sera torført við at spæla seg fram til teir stóru møguleikarnar. Serliga vóru slaktararnir hjá okkum i miðverjuni, Lív og Vár, saman við Elsu, óførar at halda kekkum frá málinum.
Við einari krútsterkari verju og nøkrum frálíkum einmansavrikum í álopspartinum, megnaðu vit at hála sigurin í hús. Vit vunnu dystin 29-24 og vunnu samanlagt 56-53. Verjuparurin hjá okkum vísti altjóða klassa, og við Janu á odda í álopsspælinum megnaðu vit at skora tey neyðugu málini at venda tvey máls tapinum frá í gjár. Hóast tað vóru nøkur megnar einstaklinga-avrik, vil eg lýsa hetta sum eitt framúr liðavrik, har vit so sannliga vístu, hvussu gott lið vit hava í ár. Ein sera góð lýsing fyri føroyskan hondbólt, tí hetta var uttan iva eitt sterkt lið okkara megnaðu at tryggja okkum víðari luttøku ímóti. Hetta eigur av sonnum at geva blóð á tonnina, nú vit hava leikt okkkum í kvartfinaluna annað árið upp í slag. Nú verður spennandi at síggja, hvat komandi mótstøðuliðið verður.
leygardagur, 3. desember 2022
Bæði liðini vunnu seg trygt víðari úr øðrum umfarið í European Cup. Tískil var tað sera áhugavert at síggja, hvussu mótstøðan fór at verða.
Tað serliga við hesi kapping, vit luttaka í, hevur verið, at støðið á mótstøðuliðunum kann vera sera misjavnt. Kekkia er ein miðalstór hondbóltstjóð, so vit kundu allar helst vænta okkum harða mótsøðu.
Tað kom beinanvegin til sjóndar, at her var talan um eitt sterkt lið. Slavia Praha komu best eisini best frá byrjan og vóru á odda 3-5 eftir 7 min. Serliga høvdu okkara kvinnur torført við at finna tí røttu hæddina í verjupartinum, har Slavia Praha komu alt ov lætt til fríar skotroyndir. H71 royndu at broyta uppá støðuna við at fara fram í eina 5-1 verju, men gjørdi tað tó ikki frægari. Kenslan var, at tað manglaði bæði aggresivitetur og timing í taklingum í verjupartinum hjá okkara, tískil høvdu kekkar eisini skotið 18 mál í fyrra hálvleiki.
Tað gekk tó tað betri í álopspartinum hjá okkara. Har megnaðu vit at skjóta 16 mál í fyrra hálvleiki. Tað var við tí serliga eyðkenda mann mann spælinum, at okkara megnaðu at halda okkum inni í dystinum. Bæði Jana og Elsa vóru stinnar at vinna sínar mann mann støður, og harvið skapa órógv í kekkiska verjupartinum. Serliga eydnaðist væl at fáa breitt spælið út, við pressi úr vinstru síðu móti høgru síðu, har vit antin kundu fara ígjøgnum á bakkinum ella vonginum.
Tað sum serliga eyðkendi fyrra hálvleik var, at tað blivu skotin nógv mál, so talan var um ein sokallaðan high-score dyst, har liðini bæði høvdu lætt við at koma til góðar møguleikar. Hálvleiksstøðan var 16-18 til Slavia Praha.
Tað sást frá byrjan í øðrum hálvleiki, at um vit skuldi gera okkum nakra vón um at vinna hendan dystin, máttu vit fáa betri tak í verjupartinum. Okkara gentur komu út við einum heilt øðrum hugburði, har intesiteturin í verjuspælinum var væl hægri og taklingarnar sótu betri.
Hetta gav eisini í størri mun Aldu í málinum betri arbeiðssømdir. Slavia Praha megnaðu tó at varðveita leiðsluna, við at gagnnýta fysiska yvirvágan hjá sterka strikuleikarinum.
Okkara gentur høvdu í størri mun funnið renniskógvarnar fram í øðrum hálvleiki og gagnýttu vit okkara eyðkenda skjótleika.
Serliga í aðru bylgju vóru okkara dugnaligar at sleppa bóltin víðari í press spælinum, og harvið spæla okkum til stórar málmøguleikar.
Eftir 14 min í øðrum hálvleiki komu vit uppá javnt og tað tóktist sum um, at battaríini hjá kekkiska mótstøðuliðinum vóru við at verða fløt.
Tíverri fyri okkara, so kom stígur í mál skjótingina, vit brendu ov nógvar møguleikar og kekkiski málverjin byrjaði at taka frá. Tíbetur fyri okkum hevði Alda í málinum nógvar góðar bjargingar, sum gjørdi, at munurin ikki bleiv ov stórur. Eftir vit komu uppá javnt, kom fjáltur í álopspælið og okkara høvdu ein dýran mál turk uppá 8 minuttir.
Tíbetur fyri okkum, blivu vit við at standa stinnar í verjupartinum, og at enda við kom meira glið á álopsspælið, har vit fingu minkað um munin niður í tvey mál, so at dysturin endaði 27-29 til Slavia Praha.
Talan var um ein dyst við hvør sínum hálvleiki, har serliga álopsparturin eyðkendi fyrra hálvleik við nógvum málum og høgum intesiteti í álopspartinum. Harafturímóti var annar hálvleikur í størri mun eyðkendur av góðum málverjum, sum byrjaðu at taka bóltar við betri hjálp frá verjupartinum.
Kenna vit okkara kvinnur rætt, so eru tær ikki heilt nøgdar við hetta úrsliti, tí hetta er eitt lið vit hava góðar møguleikar ímóti. Alt er framvegis opið til næsta dyst, sum verður leiktur í høllini á Hálsi sunnudagin 4/12 kl 20.00. Vit vilja heita á allar áskoðarar at koma í høllina at stuðla okkara kvinnum til avgerandi dystin í morgin.
fríggjadagur, 4. november 2022
Tá ið avtornaði, vann serbiska liðið 27-21, eftir at hava verið á odda 14-10 í hálvleikinum. Men høvdu málkjansirnir verið brúktir betur, kundi úrslitið saktans blivið munandi betri.
H71 kom væl í gongd, og ikki minst hevði Alexander Lein Martinsen fleiri góðar bjargingar, so H71 í veruleikanum megnaði at halda seg á odda líka til 22 minuttir vóru farnir. Tá fingu serbarnir eitt glopp í og fóru trý mál framum.
Steðgaðu púrasta upp
Trý mál vóru eisini á muni í steðginum, men fyrstu løtuna av seinna hálvleiki brendu okkara menn fýra ferðir og steðgaðu púrasta upp, og ta støðuna útnyttaðu teir í RK Partizan til javnt og samt at økja um leiðsluna upp í 17-11.
Eftir hetta var dysturin koppaður, og serbarnir kundu vunnið meira, tí ta einu løtuna vóru teir á odda við níggju málum. Men okkara fingu pyntað um tað ímóti endanum, so “bara” seks mál vóru á muni, tá ið liðugt var.
Tey í RK Partizan staðfesta í sínum lagi, at sigurin hevur ført teirra lið nærri áttandapartsfinaluni í EHF Europa Cup-kappingini, men lat okkum nú fyrst síggja, hvussu leikur fer sunnudagin klokkan 17, tá ið seinni dysturin verður spældur niðri í Beograd.
H71-RK Partizan 21-27 (11-14)
H71: Rói Ellefsen á Skipagøtu 8, Suni Dalsgaard 3, Tormóður Petursson Djurhuus 2, Baldur Gillason 2, Sveinur Olafsson 2, Rókur Ziskason 2, Sakir Tróndarson Frýdal 1, Jón Rói Mohr Høgnesen 1
RK Partizan: Nikola Zecevic 9, Uros Kojadinovic 7, Ivan Micic 4, Mirko Bacanovic 2, Stefan Petric 2, Aleksa Guduric 1, Aleksandar Prastalo 1, Andrej Trnavac 1
fríggjadagur, 4. november 2022
Fyrri dysturin verður í kvøld, fríggjakvøld 4. november klokkan 17 okkara tíð.
Tann dysturin verður stroymdur her á Youtube.
Seinni dysturin verður sunnudagin 6. november, eisini klokkan 17 okkara tíð.
Vit fáa vónandi eitt leinki til tann dystin eisini.
Les meira her í nýggjasta faldaranum hjá H71.
hósdagur, 3. november 2022
Næsta kappingarár verður Hákun West av Teigum at síggja í bestu týsku hondbóltsdeildini, nú hann hevur gjørt sáttmála við oddaliðið, Füchse Berlin. Longu frammanundan er greitt, at Elias Ellefsen á Skipagøtu eisini verður at síggja í Bundesliguni, tí hann herfyri skrivaði undir við THW Kiel.
Við øðrum orðum verða tveir hoyvíkingar at síggja millum fleiri av heimsins bestu hondbóltsspælarum, og skuldi nakar ivast í, hvat føroyskir landsliðsspælarar megna, so er bara at vísa á teir báðar, ið veruliga hava gjørt vart við seg.
Sjálvur ásannar Hákun, at tað hevur verið dreymur hansara, síðani hann byrjaði at spæla hondbólt, at hann skuldi koma í Bundesliguna. At tað so gjørdist Füchse Berlin, hevur nakað við tað at gera, at tað er eitt gott lið við nógvum góðum spælarum.
Góð orð á vegnum
Tað hevur leingi verið greitt, at lámi høgrivongurin hevur serstakliga góð evni og helst telist millum teir allarbestu, so tí er einki at siga til, at hann fær góð orð á vegnum, nú yrkisleiðin heldur fram í heimsins bestu hondbóltsdeild.
Stjórin hjá Hákuni í Skanderborg Aarhus Håndbold, Mads Lind, fegnast eisini Hákunsa vegna og sigur hann hava ment seg øgiliga nógv hetta hálvtannað árið, hann hevur verið í felagnum, og at tey har eru errin av, at ein av teirra spælarum fer víðari til eitt av bestu liðunum í Bundesliguni.
Eisini høvuðsvenjarin hjá Füchse Berlin, Jaron Siewert, fegnast um at hava fingið Hákun til felagið og sigur, at hann sær fram til ein ungan og dynamiskan spælara, sum longu hevur givið til kennar, at hann kann menna seg enn meira. Tí hevur felagið gjørt sáttmála við Hákun um kappingarárið 2023/24.
týsdagur, 1. november 2022
Góðu tit øll úti í ítróttafeløgunum,
Í døgunum 8. - 17. november vitjar ÍSF kring landið við spennandi framløgum fyri nevndarlimir, venjarar, íðkarar, foreldur og onnur áhugað.
Heitið fyri kvøldini er: »Kynstrið at skapa breiðar felagsskapir fyri børnini, breiddina og framtíðar úrvalsíðkarar«.
Vit vilja fegin greiða øllum tykkum, sum eru áhugað og virkin í lokalu ítróttafeløgunum, frá nýggju ætlanini hjá ÍSF og hoyra tykkara hugsanir.
Við skiftandi gestarøðarum m.a. Lene Terp, venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, Heri Ziska, venjari, Øssur D. Eiriksfoss, úrvalsíðkara, og Guðmundi Joensen, stovnara av Ítróttarháskúlanum, ferðast vit soleiðis.
Tiltøkini eru frá kl. 19:00 - 21:00:
• 8. november - Runavík (Løkshøll).
• 9. november - Klaksvík (Skúlin á Skúlatrøð).
• 10. november - Norðurstreymoy (Skúlin við Streymin).
• 14. november - Vágar (Skúlin á Giljanesi).
• 15. november - Sandoy (Skúlin á Sandi).
• 16. november - Tórshavn (Aulan í Finsen).
• 17. november - Suðuroy (Skúlin í Trongisvági).
Góði felagsskapurin er reyði tráðurin í felags ætlanini, sum allar ítróttargreinar í Føroyum herfyri samdust um at arbeiða fram ímóti. Millum høvuðsmálini er, at vit skulu virða gleðina við at íðka ítrótt eins høgt og siðursgleðina, og at børn skulu kunna vera virkin í fleiri ítróttagreinum í senn.
Vit fara at tosa um:
– Hvussu kunnu vit í felag tryggja góða felagsskapin?
– Hvussu kunnu vit halda sjálvbodnum til felagsskapin?
– Hvussu kunnu vit skapa eitt mennandi venjingarumhvørvi fyri øll – bæði breidd og framtíðar úrvalsíðkarar?
Um gestarøðararnar, sum fara at skiftast ímillum kvøldini:
LENE TERP, kvinnulandsliðsvenjari og mennari hjá FSF:
“Venjaraleikluturin skal raðfestast, um vit vilja tryggja eitt mennandi venjingarumhvørvi, bæði fyri breidd og úrval”.
ANNIKA HELGADÓTTIR DAVIDSEN, sálarfrøðingur:
“Ung, trýst og úrslit, soleiðis sum børn og ung uppliva tað”.
HERI ZISKA, venjari og granskari:
“Nær skal eg velja? – hvat sigur nýggjasta granskingin um týdningin av at venja fleiri ítróttagreinar?”.
GUÐMUNDUR JOENSEN, sum stovnaði Ítróttaháskúlan:
“Um børn og rørslugleði”
ØSSUR DEBES EIRIKSFOSS, úrvalsíðkari og bachlor í ítrótti:
“Sjónarhornið hjá einum íðkara”
Vit senda tykkum nærri kunning um tiltøkini, og um hvør gestarøðari kemur til tykkara øki, men í fyrsta umfari ynskja vit at fáa tykkum at seta kross í kalendaran og at bjóða tykkara fólki við.
Ynski er at so nógv feløg sum gjørligt eru breitt umboðað.
Vinaliga gev okkum boð á linda@isf.fo, um umboð fyri tykkara felag koma til okkurt av tiltøkunum.
Deilið eisini endiliga tiltakið á facebook, har til ber at fylgja við nýggjastu kunningini um stað, gestarøðarar og skrá.
Her kunnu tit lesa nýggju ætlanina "Í felag fram ímóti felags málum".
Øll eru vælkomin - nevndarlimir, venjarar, sjálvboðin, íðkarar, foreldur og onnur áhugað.
sunnudagur, 30. oktober 2022
Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu hósdagin og leygardagin í hesi komandi vikuni spæla tveir undandystir til HM-undankappingina ímóti Kosovo, og verða báðir dystirnir spældir niðri í Kosovo, tann fyrri hósdagin og tann seinni leygardagin, báðar dagar klokkan 18.30.
Sum fyrireiking hevur landsliðið spælt tveir dystir ímóti Íslandi um vikuskiftið, og hóast báðir endaðu við ósigrum, fyrst 23-28 og síðani 22-27, skilst á lagnum, at væl kom burturúr.
H71 eigur bulin á liðnum
Hugaligt er hjá okkum í H71 at kunna staðfesta, at vit eisini fáa rætt landsliðnum eina hond og sent fleiri spælarar avstað, tí ikki færri enn sjey av úttiknu spælarunum eru H71-arar.
Gamaní, spælir Annika Fríðheim Petersen nú við danska Nykøbing-Falster, men hon er ein av okkara. Hinar seks eru Elsa Egholm, Jana Mittún, Lív Bentsdóttir Zachariasen, Maria Halsdóttir Weyhe, Marita Mortensen og Vár Bentsdóttir Zachariasen.
Harumframt vóru fýra afturat tiknar út til fyrsta stóra hópin, ið varð tikin út, so her er nóg mikið at taka av. Tær vóru málverjin, Rúna Jógvansdóttir Larsen og útispælararnir Brynhild Pálsdóttir, Guðrið Bogadóttir á Borg og Sára Jacobsen.
Vit ynskja kvinnulandsliðnum góða ferð og bestu eydnu í dystunum ímóti Kosovo!
týsdagur, 25. oktober 2022
Dystirnir millum kvinnurnar hjá H71 og Slavia Prag verða spældir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygardagin 3. desember og sunnudagin 4. desember. Enn vita vit ikki klokkutíðirnar, men tær kunngera vit, so skjótt vit kenna tær.
At báðir dystirnir verða spældir í Føroyum er úrslitið av tingingunum millum umboð fyri H71 og tjekkiska stórfelagið, ið hava verið, síðani lutakastið í farnu viku paraði liðini bæði í triðja umfari í ársins útgávu av EHF Europa Cup-kappingini.
Bæði H71 og Slavia Prag vunnu seg sannførandi úr øðrum umfari í kappingini, har H71 spældi báðar dystirnar í Eysturríki og vann samanlagt 59-43 á SC Ferlach, og Slavia Prag spældi báðar dystirnar á sínum heimavølli og vann samanlagt 71-36 á ísraelska Holon HC.
Tí passar tað sera væl, at tað í hesum umfarinum verða H71-kvinnurnar, ið fáa dystirnar í Føroyum, og vónandi eisini fáa góðan stuðul frá bæði sínum fjepparum og føroyskum hondbóltsáhugaðum yvirhøvur.
týsdagur, 18. oktober 2022
– Vit vænta eitt ungt, men áhugavert lið, tá ið tað kemur til ferð og dynamikk. Tað er ikki ógjørligt at spæla upp ímóti teimum, sigur venjarin hjá Slavia Prag, Jan Salač, við heimasíðuna hjá felagnum.
– Síðsta kappingarár endaði H71 í fjórðingsfinaluni ímóti Galychanka Lviv, men tað var bara, tí liðið ikki fór til Ukraina og tí tapti uttan dyst. Á heimavølli taptu tær 26-27 fyri Galychanka Lviv, og nú eru tær komnar víðari í kappingini við sigri á eysturríkska oddaliðnum, SC Ferlach.
Liðskiparin hjá Slavia Prag, Petra Kudláčková, viðgongur, at hon ikki veit so nógv um H71, men hon hevur tó virðing fyri komandi mótstøðuni: Hetta er norðurlendskur hondbóltur, so tað kann verða øgiliga torført, men vit fara at gera okkara besta fyri at koma víðari millum tey síðstu 16 liðini í kappingini, sigur hon.
Ferðast langan veg
Formaðurin í Slavia Prag, Richard Toman, ásannar, at lutakastið gav teimum ta longstu og dýrastu ferðina í bólkinum, og at soleiðis sum lutakastið háttaði seg, eigur H71 heimadyst fyrst.
– Vit fara nú at fáa okkum meira vitan um liðið, sum síðsta kappingarár var í fjórðingsfinaluni. Spælararnir eru lutfalsliga ungir, so teir í aldri minna um okkara lið, men eg trúgvi ikki, at tað er ógjørligt hjá okkum at koma víðari, sigur hann við heimasíðuna hjá felagnum.
– Tað velst eisini um, um vit kunnu koma ásamt við H71 at minka um ferðaútreiðslurnar, so báðir dystirnir verða spældir á einum stað. Vit vildu fegin spælt báðar hjá okkum, og tað fara vit nú at tingast við H71 um.
Lutakastið legði annars upp til, at H71 hevur heimadyst 3./4. desember og Slavia Prag 10./11. desember, men semjast feløgini um at spæla báðar dystirnar í øðrum landinum, verða teir helst spældir seinna vikuskiftið og dag um dag.
týsdagur, 18. oktober 2022
Hvussu sterk mótstøðan er, er eitt sindur torført at siga, men í øllum førum vann Slavia Prag sera sannførandi á Holon HC úr Ísrael. Báðir dystirnir vóru í Tjekkia, og Slavia Prag vann fyrst 41-21 og síðani 30-15, sum gav ein samanlagdan stórsigur, 71-36.
Í fyrraárið kom Slavia Prag í fjórðingsfinalurnar í EHF Europa Cup-kappingini, men hevur annars verið javnan við í europeisku kappingunum síðani miðskeiðis í 90-unum. Slavia Prag í 2014 í fjórðingsfinaluna í táverandi Challenge Cup-kappingini og besta úrslitið higartil var í 2001, tá ið tað bleiv til pláss í hálvfinaluni í táverandi EHF Cup-kappingini.
Í tjekkisku kappingini hevur Slavia Prag verið meistari sjey ferðir: 2009/2010, 2006/2007, 2001/2002, 2000/2001, 1999/2000, 1998/1999, 1993/1994. Tíggju ferðir hevur liðið verið næstfremst, harav fleiri ferðir tey seinnu árini.
Skulu tingast um dystirnar
Tjekkiska stórfelagið, Slavia Prag, varð stovnsett í 1919, og meðan Tjekkia og Slovakia enn vóru samlað í Tjekkoslovakia, vann felagið sjey meistaraheitið millum 1926 og 1993. Millum 1949 og 1965 kallaðist felagið Dynamo Prag.
Síðani Tjekkoslovakia fór sundur, hevur Slavia Prag kappast í bestu tjekkisku deildini, og frá 2002 í WHIL, sum er ein yvirtjóðadeild við frægastu tjekkisku og slovakisku liðunum. Ta kappingina hevur Slavia Prag vunnið í 2010 og 2011.
Nú skal H71 so samráðast við Slavia Prag um, um báðir dystirnir verða spældir á einum stað ella ein dyst í hvørjum stað. Í undanfarna umfari spældi H71 báðar úti og Slavia Prag báðar heima, so kanska vit standa fyri tørni at fáa báðar hendavegin. Livst, so spyrst!
16. februar
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |