sunnudagur, 4. februar 2018
Myndir: Jan Sørensen
Ein keðiligur ósigur í dag, men tíbetur ikki hin dýrasti dysturin at tapa.
Tað var lagt upp til toppdyst í bólkinum hjá okkara monnum í dag. Um KÍF tapti móti strandingum, so kundi VÍF við einum sigri yvirhála okkum og tryggja sær fyrstaplássið í bólkinum.
So varð.
Mladen stongdi dyrnar, og okkara menn haltaðu aftaná allan dystin á tamb.
Í dag riggaði kontraspælið væl. Vit spældu okkum til góðar møguleikar ferð eftir ferð. Tó var ein afturvendandi trupulleiki, sum skuldi vísa seg at kosta dýrt. Vit brendu og brendu. Men hesum vildi Ári ikki finna seg í. Hann gjørdi Mladeni eftir og byrjaði at taka í stórum stíli. Tað var eyðsæð, at vestmenningar vóru vælupplagdir til dystin í dag. Teir høvdu fyrireikað seg væl.
Bæði liðini royndu at spæla 7 ímóti 6 eina løtu. Í hesu løtuni stóðu verjunar væl, men tað bleiv ikki revsað líka hart sum vit hava sæð áður. Tá 21 minuttir vóru spældir av dystinum var støðan 8-9 til vestmenningar, og teir gulu biða um time-out.
Eftir hetta vísti Mladen, at hann ikki einans dugdi at steingja málið, men hann dugdi eisini at skora. Og tá vestmenningar enn eina ferð skora í tómt mál, er støðan 11-14. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.
Tað vóru teir gulu sum komu sterkari út til seinna hálvleik, og tá ið 10 minuttir eru spældir, biður Sonni um time-out. Eftir tað skora vit tvey mál og royna at hanga í. Tað eru tó vestmenningar, sum allatíð halda eina 3-4 máls leiðslu, og okkara menn tykjast ørkymlaðir um, at vit ikki skora á Mladen.
Tað er Peter, sum heldur okkum inni í dystinum, og tá hann skorar til 25-26, er spenningurin í hásæti.
Eftir hetta fáa teir eitt straffi. Um Ári bjargar, kunnu vit javna. Men hepni er við vestmenningunum.
Ári bjargar í fyrstu atløgu brotskastinum frá Filip Jojic, men bólturin støkkur beint í hendurnar á honum aftur, og hesuferð skorar hann. Eftir hettar brenna vit sjálvir eitt brotskast, og vestmenningar vinna 27-28.
Tað var eysæð, at ein av grundunum til at vit taptu í dag, var at vit skoraðu ikki, tá vit høvdu møguleikan. Hetta má gerast betri í komandi viku, tá vit møta Neistanum. Teir hava eisini ein stinnan málverja.
Tað, sum vit skulu taka við frá hesum dystinum, er kontraspælið. Okkara menn skulu tora at renna, og tað skjótt. Tá vit veruliga seta ferð á, sær tað ikki út, sum um at nakar kann steðga okkara skjótu vengrum og tí harða trýstinum sum kemur frá bakspælarunum í aðru bylgjuni.
Verjan riggaði eisini væl í løtum í dag. Saman við málmonnunum skal tað vera í toppklassa, um vit ætla okkum nakað ímóti Neistanum. Okkara menn hava dirvið til at traðka fram og takkla, tá tað skal til. Harumframt sær tað út, sum at samanspælið í verjuni er batnað. Teir stóla upp á hvønn annan og duga at bakka upp, tá tað er neyðugt.
Samanumtikið ein heldur keðiligur ósigur í dag, men tíbetur ikki hin dýrasti dysturin at tapa, tí at hálvfinaluplássið var longu tryggjað.
Nú skulu vit tó seta okkum upp at spæla altavgerandi dystir, tað ið restar í av kappingini. Hetta verður spennandi og truplir dystir. Vit vænta og vóna nógvar áskoðarar og nógvan gang til hálvfinalurnar. Tað bæði hjá kvinnu- og mansliðnum.
Koyr á Hoyvík!
Myndir frá dystinum eru á portal.fo og á in.fo.
Fleiri myndir koma í myndasavnið seinni.
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |