leygardagur, 22. apríl 2017

Vit eru føroyameistarar!


H71 - VÍF: 26 - 21 (12 - 10)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarson Hoydal

Myndir: Jan Sørensen

Undan dystinum

Í dag var seinna finalan í FM á skránni í Hoyvíkshøllini. Kringvarpið slapp at stroyma dystin, umframt at Rás 2 varpaði dystin út í teirra útvarpi, so spurningurin var um nakað fólk kom í høllina, í dag.

 

Tað sást skjótt at heilt nógv fólk komu til dystin. Tveir tímar undan dystinum var fult í nýggju kantinuni í høllini, har fólk kundu keypa sær suppu, laksarætt og kanska eisini okkurt at drekka. Tað var tó ikki so nógv tíð til, at hugna sær við hesum, tí áskoðaraplássini fyltust skjótt, og fólk máttu inn í høllini at fáa sær sess í góðari tíð.

 

Í eina horninum, út við gomlu inngongina, høvdu hoyvíkingar stillað seg við trummum, og góðum ungum fólki, at rópa.

 

Hesir hoyvíkingar styttu sær stundir við at yrkja sangir til hvønn einstakan av H71-leikarunum, ið vórðu sungnir undir upphitingini hjá H71.

 

Dysturin byrjar

 

Áskoðararnar fingu geilað leikararnir upp, og H71 byrjaðu sera væl.

 

VÍF høvdu avgjørt at leggja eina mansverju á Peter, men hetta darvaði ikki álopsspælinum hjá H71, tí eftir fimm minuttir var støðan 3-0 til H71. Málini skutu Hilmar Leon, Jónas og Peter. Altso allir bak-spælarirnir.

 

So fótaðu VÍF sær eitt sindur og fingu skorað, men nú fingu teir ein dyggan smeit. Julian Olsen mátti nevnliga út við einum óhepnum skaða, og hann fekk ikki spælt restina av dystinum. Hetta var ein stórur missur hjá VÍF.

 

Uttan Julian fingu VÍF kortini skorað, og eftir átta minuttir vóru teir komnir upp á javnt, 3-3.

 

H71 fóru at skifta eitt sindur út, og Rúni kom inn fyri Jónas. Rúni gjørdi bart eftir 12 minuttir og skjeyt H71 upp á 5-4, og stutt eftir fekk Hilmar Leon økt um munin í skjótálopi, eftir at Peter hevði vunnið bóltin í verjuni.

 

Eftir 16 minuttir fingu VÍF minkað um munin niður í 6-5, og Sonni valdi at taka time-out.

 

Í næsta álopinum fingu H71 brotskast, men Peter brendi. So var møguligt hjá VÍF at javna, og tað gjørdu teir eisini til 6-6 eftir 18 minuttum.

 

Eftir 18 minuttir fekk Pætur lagt okkum aftur á odda til 7-6, og stutt eftir skoraðu bæði Peter og Rúni soleiðis at støðan gjørdist 9-7 og VÍF tóku time-out.

 

Hóast VÍF áttu time-outið, so høvdu H71 eisini onkrar ætlanir, tí vit sóu Niklas koma inn í miðverjuna, og vit fingu sæð Helga koma inn í miðverjuna saman við Niklasi. Hetta var ikki væntað, tí Helgi hevur verið skaddur í út við tveir mánaðar, men hann megnaði at verða til reiðar at spæla eitt sindur í hesum dystinum.

 

Hetta tøktist at rigga væl, og Rúni fekk økt um munin til 10-7, tó at VÍF skoraðu stutt eftir.

 

Men so trakkaðu Dánjal og Rúni til og skoraðu til 11 og 12-8.

 

Verjan stóð sera væl hesa løtuna, og vit høvdu eisini møguleika at leggja okkum fimm mál fram um, men tíverri hálaði Mladen eina stóra bjarging fram mót Pæturi.

 

Í staðin fekk H71 eina útvísing stutt eftir, og VÍF fekk minkað um munin til 12-10, ið gjørdist hálvleiksstøðan.

 

Seinni hálvleikur byrjaði ikki væl fyri H71. Eftir fýra minuttir høvdu VÍF javnað til 14-14, men so slóg Pætur til. Hann skoraði bæði til 15-14 og 16-14, og VÍF fingu eina útvísing. Nú sá gott út. Men VÍF, við einum manni í undirtalið spældu ein flúgvara og skoraðu til 16-15. Tá var gott lag á vestmenningum.

 

Men okkara menn fingu svarað aftur, og vit hildu eina tveymálsleiðslu leingi. Líka til trettanda minutt, tá VÍF fingu eitt brotskast, og øll væntaðu at munurin skuldi minkast. Men Filip helt at tíðin var komin til at royna at skrúva bóltin, men tað helt Ári ikki og tók hann lættliga, til stóra frøi fyri H71-fjøldina.

 

Síðani skoraðu Pætur og Hilmar Leon til 19-16, áðrenn Dánjal sera fikst skoraði til 20-16.

 

Nú sá heilt gott út, og hoyvíksáskoðararnar hoppaðu og dansaðu, tá støðan gjørdist 21-16 eftir seytjan minuttum.

Nú royndu bæði liðini við at spæla sjey móti seks í álopinum. H71 mest, tí at teir høvdu spælt uttan Peter í eina tíð, men nú skuldi hann koma inn. Og teir spældu sjey móti seks fyri at VÍF ikki skuldi mansverja.

 

Hetta gekk bara heilt væl. Eftir 18 minuttum kundi Hans Kári skora í tómt mál, og við støðuni 22-18, tóku VÍF enn eitt time-out.

 

Bæði liðini hildu fram at spæla við sjey í álopinum, og VÍF fingu skorað í tómt mál til støðuna 22-19, ið byrti eina vón í VÍF-fjøldina.

 

Tann vónin varð skjótt slókt, tá fyrst Peter skoraði til 23-19 og Ári fekk sent bóltin í málið til 24-19, eftir 22 minuttir.

 

Við einari fimm máls leiðslu, skuldi tíðin bara ganga, og tað gjørdi hon eisini. Hvørki av liðunum fingu nógv mál seinastu løtuna, og tá VÍF endiliga fekk skorað til 24-20 í eitt tómt mál, vóru bert minni enn fýra minuttir eftir, og H71-viðhaldsfólkini kókaðu. Tey vistu at sigurin var heima.

 

Nú var tað bert ein avgreiðsluspurningur, og tá tveir minuttir vóru eftir, sendi Ári aftur bóltin í tóma málið, og avgjørdi dystin, áðrenn Andor slapp at skjóta seinasta málið til 26-21 til H71, ið nú endiliga gjørdist føroyameistarar.

 

Høllin eksploderaði, og øll runnu inn á gólvið at fagna sínum leikarum. Tárini trillaðu av nøkrum av eldri áskoðarunum - har úti við hurðina so trúgvir - og børnini runnu inn at at fagnast við teirra fyrimindum.

 

Ein stórur sigur, har vit veruliga settu upp á pláss hvat hevur verið besta liðið hetta kappingarárið.

 

Harumframt fingu vit sagt farvæl við minst tveir lyklaleikarar við størsta fagnaði. Helgi og Peter vera ikki við næsta ár, og aðrir umhugsa helst støðuna.

 

Júst Helgi og Peter komu til Hoyvíkar at spæla fyri ávíkavíst trimum og tveimum árum síðani, við tí eina máli, at vinna føroymeistaraskapið, og tað eydnaðist teimum báðum til endans. Vit kunnu staðfesta, at hetta er besti máti at siga farvæl við leikarar.

Eitt er vist, at hesin hópurin verður aldrin gloymdur. Teir hava skrivað søgu, greipuvinnarar fyri fyrstu ferð.

 

Myndir og dómaraseðil koma á í morgin.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com